Mentan

Listaflog stuðlar trimum spennandi verkætlanum

...

2019-04-02 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stuðulsskipanin Listaflog hjá Atlantic Airways stuðlar í ár trimum spennandi listaverkætlanum við tilsamans 100.000 krónur.

Skipanin er ætlað føroyskum listafólkum, og letur Atlantic Airways við henni á hvørjum ári 100.000 krónur í stuðli til føroyska list.

Tað er nevndin fyri Listaflog, ið ger av, hvør fær stuðul, og hvussu stuðulin verður býttur.

Í nevndini sita Laila Hentze fyri stjórn og nevnd í Atlantic Airways, Alda Joensen fyri Mentamálaráðið og Hansina Iversen fyri Listafólkasamband Føroya.

Tær tríggjar verkætlanirnar, ið fáa stuðul úr Listaflogi í 2019, eru:

???Hamlet???hjá Det Farӧsche Compagnie

Leikbólkurin Det Farӧsche Compagnie fær tillutað 50.000 krónur til fyrstu føroysku pallsetingina av Hamlet eftir William Shakespeare.

Talan er um eina framleiðslu við dugnaligum, royndum og viðurkendum listafólkum og føroyskum leikarum.

Nevndin fyri Listaflog sigur soleiðis:

???Peningurin er ætlaður sum eitt íkast til eina sera spennandi verkætlan, sum vaksin, børn og ung í Føroyum fáa ágóðan av. Eitt kent meistaraverk innan altjóða leiklist við nýggjari føroyskari týðing ogtillaging, fyri at føroyski áskoðarin kann kenna seg aftur.???

Eftir ætlan verður leikurin framførdur í Norðurlandahúsinum seint í ár.

Greta Svabo Bech

Elektro-popp-tónleikarin Greta Svabo Bech fær 25.000 krónur. Stuðulsnevndin sigur soleiðis:

???Greta Svabo Bech er ein virkin og gávuríkur tónleikari á altjóða stigi. Hennara tónleikurvekir stóran ans, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, og hon stendur eisini fyri fleiri spennandi altjóðasamstørvum.???

Greta arbeiðir í løtuni við nýggjum tilfari, sum eftir ætlan kemur út í ár, og er Listaflog-stuðulin ætlaður sum eitt íkast til hetta arbeiðið.

Sunleif Rasmussen

Tónasmiðurin Sunleif Rasmussen fær 25.000 krónur sum eitt íkast til eina kanningarferð til Tjernobol. Kanningarferðin skal vera grundarlag fyri eini klaverkonsert, sum verður ein tónlistarlig forteljing, ið skal lýsa gongdina frá oyðing til at náttúran aftur vinnur á stóru oyðileggingunum, økið kring Tjernobyl hevur verið úti fyri.

???Talan er um eina spennandi og forkunnuga verkætlan, har Sunleif Rasmussen ætlar at samantvinnatónleik og list saman við eini av størstu mannskaptu vanlukkunum í nýggjari tíð,???sigur stuðulsnevndin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder