Mentan

Lions í Suðuroy hjálpir børnum og ungum í sorg

...

2016-05-11 09:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Hesin stuðulin er sera týdningarmikil og kærkomin í arbeiðnum hjá okkum at hjálpa børnum, ungum og avvarðandi, sum hava mist ein av sínum nærmastu. Tað segði Ingvør Skaalum, nevndarforkvinna í felagsskapinum, Beranum, tá ið hon tók í móti eini gávu, Berin hevur fingið frá Lions klubbanum í Suðuroy. Høvuðsendamálið hjá Beranum er at skipa fyri sorgarbólkum fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin, og í Lions klubbanum í Suðuroy hava tey nú avgjørt at stuðla hesum virðismikla arbeiðnum við eini gávu upp á 30.000 krónur.

Endamálið við arbeiðnum hjá Beranum er at gera børn, ung og onnur avvarðandi, sum hava mist ein av sínum næstringum, betur før fyri at handfara sorgina, so at tey aftur kunnu fáa eitt innihaldsríkt lív, segði Ingvør Skaalum.

Tað vóru Anna Dalsgarð og Jórun Poulsen, sum stovnaðu Beran í 2003. Tað var í eini tíð, har fleiri børn í skúlanum, har tær vóru lærarar, høvdu mist systkin ella foreldur, og har tær skjótt gjørdust greiðar yvir, at hóast skúlin hevði eina tilbúgvingarætlan fyri, hvussu farast skuldi fram í slíkum førum, høvdu børnini brúk á nógv meiri hjálp.

- Berin hevur fyrst og fremst lagt seg eftir at skipa fyri sorgarbólkum fyri børn og ung, sum hava mist systkin ella foreldur og at stuðla, og hjálpa, teimum.

Síðani hevur Berin eisini havt sorgarbólkar fyri foreldur, sum hava mist

børn, og eisini fyri vaksin, sum hava mist, tá ið tey vóru børn.

Tey, sum arbeiða í Beranum, eru eitt tvørfakligt toymi av terapeuti,

námsfrøðingi, heilsufrøðingi, lærara og sálarfrøðingi.

Ingvør Skaalum staðfesti, at tað er alt annað enn lætt at fáa Beran at fóta sær

fíggjarliga, tí nógv orka skal brúkast til at søkja um stuðul.

Í hesum sambandi hava tey ofta fingið at vita frá stuðlum, at hetta átti at

vera ein landsuppgáva, men

tann almennir stuðulin er 400.000 krónur um árið, og tað røkkur bara til

eitt partíðar leiðslustarv, og tørvurin er nógvar ferðir størri enn tað, og

Ingvør Skaalum gjørdi greitt, at Berin hevði ikki hórað undan uttan stuðul

frá felagsskapum sum Lions og øðrum, og í dag eru tað privatir

felagsskapir, gávur frá privatum og fyritøkum, umframt almenni stuðulin, sum

fíggja virksemið hjá Beranum.

Stuðulin frá privatum, fyritøkum og felagsskapum verður fyrst og fremst

brúktur til sorgarbólkar, og Ingvør staðfesti, at stuðulin frá Lions í Suðuroy

er sera týdningarmikil og kærkomin í arbeiðnum at hjálpa børnum, ungum og

avvarðandi ígjøgnum eina stóra sorg.

Nevndarforkvinnan sigur, at í fjør fekk Berin 1024 áheitanir frá avvarðandi

og ymsum fakbólkum. Sum støðan er nú, eru 40 børn og ung í aldrinum úr sjey

árum upp í fyrst í tjúguni knýtt at Beranum.

Samstundis eru eisini eini 8-10 foreldur, sum hava mist pinkubørn knýtt at

Beranum, og seinast tey skipaðu fyri kafékvøldi, vóru 64 ungfólk við.

Samstundis vóru eini 40 fólk við, seinast Berin hevði familjuskeið.

Hesi árini, síðani Berin varð stovnaður, hava tilsamans 600 børn og ung úr

øllum landinum verið knýtt at felagsskapinum.

Ingvør Skaalum sigur, at ein kanning hjá felagsskapinum "Børn, Unge og

Sorg", vísir, at hvørt barn og hvør ungdómur, sum er knýttur at

felagsskapinum, sparir danska samfelagnum fyri 250.000 krónur.

Verður tað ført yvir á føroysk viðurskifti, sparir Berin føroyska

samfelagnum 10 milliónir, tí tað eru 40 børn knýtt at Beranum.

- Tí er tað okkara vón, at politiski myndugleikin fer at virðismeta arbeiðið

hjá Beranum og fer at bøta um korini.

Samstundis er tað teirra vón, at politiski myndugleikin fer at síggja

stuðulin til Beran sum eina íløgu í føroyska samfelagið og ikki bara sum

ein stuðul til ein felagsskap.

Ingvør Skaalum heldur, at tað er ringt at hugsa sær, hvørja lagnu, børn og

ung, sum hava mist, høvdu fingið, høvdu tey ikki havt Beran.

- Men vit, sum arbeiða í Beranum, síggja ferð eftir ferð, hvussu væl

arbeiðið munar, sigur hon.

- Vit kunnu eisini hugsa um, hvussu nógv av teimum, høvdu givist í

miðnámsskúla, áðrenn tey vóru liðug, ella høvdu ikki fingið eina útbúgving.

Hvussu nógv høvdu endað í arbeiðsloysi, hvussu nógv høvdu endað í rúsdrekka-

og rúsevnamisnýtslu, og hvussu nógv høvdu ikki stríðst við sálarligar

trupulleikar? spurdi hon.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder