2016-08-04 21:30
Tann 1. august byrjaði Linda Mortansdóttir í starvi sum fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni. Hon tekur við eftir Margretu Næss, sum í mong ár hevur tikið sær av ljóðbókum. Ljóðbókatænastan er framhald av felagnum Ljóðbøkur, sum Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, MBF, tók stig til og síðan 2004 hevur verið rikið við stuðulsjáttan frá landinum. Tann 1. juli varð virksemið formliga lagt undir landsbókasavnið sambærtáliti um almennar ljóðbókatænastur og e-bókatænastur.
Uppgávurnar hjá Ljóðbókatænastuni eru at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.Virksemið hjá Ljóðbókatænastuni verður lagt til rættis saman við Ljóðbókanevndini, sum er mannað við umboðum fyri Landsbókasavnið, Sjóndepilin, Nám, Býarbókasavnið, Føroya Blindafelag, Meginfelag teirra Brekaðu og Felagið fyri lesi- og skriviveik og orðblindafelagið.Linda Mortansdóttir er 36 ára gomul og útbúgvin sum Cand. Mag. í nýtíðar mentan og mentanarmiðling við denti á hoyrnmentan, og hon hevur eisini BA í leiðslu innan tónleik og listog skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.Heimasíðan hjá Ljóðbókum sæs ther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald