JN

Niels A. Joensen er settur sum leiðari fyri Heimatænastuna í VEKS

...

2014-09-05 14:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stýrið fyri Heimatænastuna í VEKS hevur sett Niels A. Joensen úr Kvívík í nýggja starvið sum leiðari fyri Heimatænastuna í VEKS.

Umframt drúgva og víttfevnandi bankaútbúgving, hevur Niels A. Joensen eina Master í Leiðslu.
Niels A. Joensen starvast í løtuni í BankNordik har hann hevur drúgvar leiðsluroyndir.

Leiðarin fyri Heimatænastuna í VEKS hevur høvuðssæti í Vestmanna. VEKS samstarvið umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur og talan er um 20 bygdir, uml. 4.100 borgarar, 3 heim og uml. 100 starvsfólk.

Á stýrisfundi 29. august legði stýrisformaðurin Heðin Zachariasen uppskot til fíggjarætlan fyri stýrið sum var samtykt at leggja fyri kommunustýrini til fíggjarætlanarviðgerð teirra. Fíggjarætlanin byggir á verandi virksemi á økinum.

Stýrið fer nú saman við nýsetta leiðaranum at seta út í kortið framtíðarkósina fyri Heimatænastuna í VEKS og eru bæði leiðsla og stýrið klár til at taka móti avbjóðingini til at mynda og menna Heimatænastuna í VEKS við nýggjum og ørvísi tænastum, ið byggja á sera vælvirkandi virksemi á økinum í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder