Mentan

Ílegu- og ridluskriðakanningar í samband við basan av ridluskriða

...

2019-09-24 12:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fiskimálaráðið hevur aftur í 2019 játtað stuðul til basan av ridluskriða. Búnaðarstovan hevur tí í samráð við landsdjóralæknan avgjørt, at stuðulin verður veittur til ílegukanningarnar av brundum og heilakanningarnar av eldri óm eftir sama leisti sum í 2018.

Ílegukanningar av brundum.

Endamálið við ílegukanningunum er at útrudda íleguna við lágum mótstøðuføri móti ridluskriða við bert at gera brundar upp við høgum mótstøðuføri í Fugloy, Eysturoy og Streymoy, har ridluskriði er staðfestur. Stuðulin verður veittur soleiðis:  

  • Í Fugloy verður veittur stuðul til ílegukanning av brundum, sum vera gjørdir upp í hvørjum haga, falda við 3 (sí hesa slóðina).
  • Í Eysturoy og Streymoy verður veittur stuðul til ílegukanning av brundum, sum vera gjørdir upp í hvørjum haga har ridluskriði er staðfestur og grannahagar, falda við 3 (sí hesa slóðina).
  • Til allar aðrar hagar í Eysturoy og Streymoy verður veittur stuðul til ílegukanning av brundum, sum vera gjørdir upp í hvønn haga, falda við 2 (sí hesa slóðina)

Ridluskriðakanningar av óm.

Endamálið við ridluskriðakanningunum er at staðfesta um oyggjar eru, sum kunnu metast at vera fríar fyri smittuna. Staðfesta kanningarnar at ein oyggj ikki hevur smittuna verður ikki neyðugt at gera ílegukanningar at ala seyðin til hægri mótstøðuføri.

Í mun til játtanina er avgjørt at ridluskriðakanningarnar vera gjørdar av óm sum vera tiknar av í Fugloy (har man í sínari tíð avtók nógvan seyð fyri at basa ridluskriða), Koltur, Hestur og Nólsoy.

??tgerð til at taka blóðroyndir til ílegukanningarnar og at taka heilar til ridluskriðakanningar fæst við at venda sær til Heilsufrøðiligu starvstovuna tlf. 556400, tpost [email protected] ella við at venda sær til móttøkuna V.U. Hammershaimbsgøta 11.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder