FSF: Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, er sum heild væl nøgdur við lutakastið í sambandi við undankappingina til HM 2018.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B, saman við Andorra, Lettlandi, Ungarn, Sveis og Portugal.
- Vit vónaðu at trekkja Onglandi, men fingu ístaðin Portugal og Ronaldo, og har afturat sluppu vit undan fleiri av teimum eysturlendsku londunum. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við lutakastið, sigur Lars Olsen úr St. Pætursborg í Russlandi.
Bólkur A
Holland
Frakland
Svøríki
Bulgaria
Hvítarussland
Luksembourg
Bólkur B
Portugal
Sveis
Ungarn
Føroyar
Lettland
Andorra
Bólkur C
Týskland
Kekkia
Norðurírland
Aserbaidjan
San Marino
Bólkur D
Wales
Eysturríki
Serbia
Írland
Moldova
Georgia
Bólkur E
Rumenia
Danmark
Pólland
Montenegro
Armenia
Kasakstan
Bólkur F
Ongland
Slovakia
Skotland
Slovenia
Litava
Malta
Bólkur G
Spania
Italia
Albania
Ísrael
Makedonia
Liktenstein
Bólkur H
Belgia
Bosnia/Hersigovina
Grikkaland
Estland
Kypern
Bólkur I
Kroatia
Ísland
Ukreina
Turkaland
Finnland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald