Ítróttur

Lars Olsen: Finnar á hædd við sviar

...

2014-09-07 14:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyski landsliðsvenjarin væntar ein fysiskt harðan dyst ímóti Finnlandi, men hevur samstundis góðar vónir, um eitt gott føroyskt úrslit.

Føroyska A-landsliðið við monnun leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin ímóti Finnlandi. Hópurin hevur vant hvønn dag í vikuni, og onkran dag hava tvær venjingar verið á skránni.

Sí eisini: Finska landsliðið er komið til Føroyar.


- Fyrireikingarnar hava gingið væl. Vit hava vant hvønn dag í vikuni, og sjálvt um vit hava havt fleiri nýggjar leikarar í hópinum hesaferð, hevur góðskan á venjingunum verið góð, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, undan dystinum ímóti Finnlandi.

Dysturin sunnukvøldið verður fyrsti dystur í undankappingini til EM 2016, sum verður í Fraklandi. Í undankappingini til Europameistaraheitið í 1996 vóru Føroyar og Finnland eisini í sama bólki, og ta ferðina vunnu finnar báðar dystirnar rættuliga greitt. Á heimavølli vann Finnland 5-0, meðan dysturin á Svangaskarði endaði við 4-0 sigri til finnar.

Sí eisini: Fjepparar fingu autografar í SMS.


- Finski spælistílurin er rættuliga norðurlendskur og teir kunnu samanberast við Svøríki. Tó hava finnar onga ordiliga verðinsstjørnu, sum sviar hava í Zlatan. Eg vænti tí ein strævnan og harðan dyst fyri okkara leikarar. Men hinvegin, so vóni eg, at vit kunnu vera við til at mynda dystin, og vónandi verða tað okkara, ið fara at hava bóltin meir og harvið stýra gongdini, sigur Lars Olsen.

Sí eisini: Føroyska liðið fyrireikar seg.

Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir eldru ímóti teimum ungu. Og aftur hesaferð fór eldra ættarliðið avstað við sigrinum.

EM-undankappingardysturin ímillum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli sunnukvøldið 7. september, kl. 19:45. Atgongumerki á 100 krónur kunnu keypast í øllum FAST-handlunum kring landið, og við dyrnar (FAST í Gundadali) áðrenn dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder