Mentan

Langifríggjadagur

...

2017-04-14 04:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lagnuløtan í Getsemane.

Nátt er. Tað er Guds tími. Ein ævig lagnuløta. Tað tykist, eins og stendur tíðin í stað. Jesus biður. Sál hans er nivd og boygd undir syndaskuld heimsins. Byrðin nívir hann til jarðar. Sveittadropar hansara detta niður í teir myrku skuggarnar millum trøini. Teir eru eins og blóð. Tað er Jesu hjarta, ið bløðir.

Nátt er. Sátans tími er komin. Lagnuløta helvitis. Judas fer krúpandi undir húsaskjøldrum. Honum hevði dámað betur, um myrkrið var enn svartari. Sál hans er ísakøld. Har fer hann - boygdur til jarðar, har fer hann at svíkja Harra sín og meistara.

Nátt er. Tað er svøvnløta. Hin likamliga møðin hevur fingið valdið á lærusveinunum.

"So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær!"

"Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. " Matt. 26,40-45.

Tað er nátt á foldum. Hann, sum var ljós heimsins, er í myrkursins valdi. Eingin kemur frelsaranum til hjálpar. Einglarnir mega sita kvirrir í himlinum. Hin alvaldi Faðir letst ikki um vón. Jesus segði:"Hetta er tykkara tími og vald myrkursins."

Hesin tími kom tína vegna. Er tann tími komin, at tú hevur tikið ímóti hesum ofri og takkað frelsaranum fyri tað?

MínJesus eg ei gloyma kann,

tá eygað leit á teg,

tá ið eg sá teg sveitta blóð

har í Getsemane!

Ogsært tú kólna kærleik mín

til tín, mín frelsari,

tú minn meg tá á kampin tín

har í Getsemane! Hms 344,1 og 4.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder