Mentan

Landsstýrismaðurin letur serstaka virðisløn

...

2020-01-15 21:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í ár hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, valt at lata eina serstaka virðisløn. Forlagið Leirkerið í Gøtu fær serstøku virðisløn landsins 2019 við hesi grundgeving:

???Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið fyri týdningarmiklum og mennandi starvi innan útgávu av andaligum tilfari: bókum, sálmum og bløðum.

Brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góðan og vakran málsligan búna.

Í áratíggju hevur Leirkerið staðið fyri einum vælumtóktum bókaringi, og skipað hevur verið fyri einum stórum savni av talgildum sangum, sálmum og tónum. Menninir aftan fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur eisini skipað fyri einum vælvirkandi nethandli og hevur í mong ár staðið fyri blaðútgávu.

Miðvísa og stillføra virksemið brøðranna handan Leirkerið hevur birt uppundir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av føroysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið. Tað hevur verið ein týdningarmikil íblástur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað granskingar, ið lagt er úr hondum teirra, stendur og verður standandi sum ein týðandi varði í føroyska bókmentaheiminum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder