Mánadagin 18. oktober var samkoma í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, har Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum hevði boðið nýsettu skúlaleiðarunum í Fólkaskúlanum at vitja í Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Á samkomuni bar landsstýrismaðurin skúlaleiðarunum eina heilsan, har hann ma. vísti á tað týdningarmikla starv, sum skúlaleiðarar røkja m.a. at hava umsorgan fyri og verða við til at menna einstaka næmingin. Landsstýrismaðurin og skúlaleiðararnir skiftu eisini orð um endurskoðanina av fólkaskúlalógini, sum byrjar í næstum og umstøðurnar hjá næmingum, ið hava føroyskt sum annaðmál. Røðan kann lesast her.
Skúlaleiðararnir, sum eru settir í starv síðani í summar, eru:
Rudi Olsen, fyrstilærari, Kvívíkar skúli
Lilian Clementsen, fyrstilærari, Sands skúli
Leivur Frederiksen, fyrstilærari, Velbastaðar skúli
Tórgerð P. Joensen, fyrstilærari, Hósvíkar skúli
Alis Jóna Højsted, skúlastjóri, Vestmanna skúli
Berlys Nordendal, skúlastjóri, Fuglafjarðar skúli
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri, Skúli á Argjahamri
Jacqueline L. Benzon, skúlastjóri, Sandoyar Meginskúli
Birna Gaard, einalærari, Fámjins skúli(tíðaravmarkað sett)
Hansa M. Glerfoss, Oyndarfjarðar skúli(tíðaravmarkað sett)
Marit Christiansen, útoyggjalærari, Kirkju- Hattarvíkar skúli(tíðaravmarkað sett)
(Marit Christiansen væntar á myndini.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald