Komandi vikuskifti hevur Blái Krossur Føroya landsfund á Toftum. Á skránni verður millum annað almennur pallborðsfundur, har umboð frá øllum politisku flokkunum fara at tosa um týdningin av at taka hond um børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein avbjóðing.
??ll hava rætt til góð barnaár
Blái Krossur Føroya hevur
í nøkur ár arbeitt við verkætlanini ?????ll hava rætt til góð barnaár???, har fokus
hevur verið at hjálpa børnum og ungum, ið vaksa upp í heimum, har rúsur er ein
avbjóðing. Hetta verður evnið á pallborðsfundinum leygardagin kl. 15.30, har
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og umboð fyri allar politisku
flokkarnar á tingi luttaka.
Jón Brian Hvidtfelt er orðstýrari
á pallborðsfundinum. Sløkkiliðsmennirnir luttaka við sangi.
Á skránni til landsfundin
er eisini aðalfundur, ungdómsmøti leygarkvøldið og eitt spennandi ???Syngið við???
kvøld sunnukvøldið, har harmonikuvinir luttaka. Eisini verður sunnudagsskúli
sunnudagin, har barnakórið í Tabor syngur og børnini fáa ballónir og sunkist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald