Mentan

Landsseyðasýningin 2019

...

2019-11-21 14:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjakvøldið 22.11.2019 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2019 verður almannakunngjørt. Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Sandoy og í Suðuroy.

Skráin fyri dagin verður hendan:

· Vælkomuheilsan og felagssangurin ???Nú hvítna tindar fjøllum á???.

· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av øllum teimum brundseyðum, sum hava verið meldaðir til landsseyðasýningina í ár.

· Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele, greiðir frá um GBS'arar á seyði.

· Kaffisteðgur.

· Ari Johanneson vísir videoupptøkur av upp í 8 av teimum bestu brundseyðunum í hvørjum flokki.

· Eyjólfur Ingvi Bjarnason, Ráðgjafarmiðstøð landbúnaðarins, Ísland, greiðir frá um seyðasýningar í Íslandi. Eyjólfur hevur verið við sýnarunum kring landið, hann hevur sýnað luttakandi seyðirnar, soleiðis sum sýnað verður í Íslandi.

· ??rslitini av Landsseyðasýningini 2019 verða kunngjørd, og landstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, handar virðislønirnar.

Tiltakið endar við, at Tjóðsangurin verður sungin.

Eftir sjálvt tiltakið eru fólk hjartaliga vælkomin at verða sitandi til eitt gott prát.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder