2017-05-02 10:19
Landsroyndin í dag avlýst
Vit mugu tíverri staðfesta, at landsroyndin í dag ikki gekk eftir ætlan.
Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í okkara uppseting at svara fyrispurningum frá teimum uml. 700 næmingunum nóg skjótt.
Tí fingu flestu skúlarnir trupulleikar at avgreiða royndina.Royndin í morgun bleiv tískil avlýst.
Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni.
Vegna Próvstovuna
Regin Marnersson
Stjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald