Vinna

Landið hevur ábyrgd av starvsfólkunum á Posta

....

2018-05-25 11:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

L??GARUPPSKOT: Starvsmannafelagið mælir landsstýrinum frá at selja partabrøvini í almenna P/F Postverk Føroya. Verður fyritøkan seld privatum, hevur landsstýrið í minsta lagi ábyrgd at tryggja, at vunnin lønar- og setanarkor ikki versna, og at tað verða skipaði viðurskifti á starvsfólkaøkinum eisini í árunum eftir eitt eigaraskifti

Starvsmannafelagið vísir á, at so leingi landið hevur eina lógarbunda skyldu at bera post til allar landsins borgarar, er tíðin ikki búgvin at selja partabrøvini í almenna partafelagnum.

Felagið undrast á hvussu Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin kunnu taka undir við eini slíkari privatisering, sum hevur víst ikki at vera nøkur treytaleys succes í okkara grannalondunum.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur sent avvarandi pørtum uppskot til hoyringar, sum skal geva landsstýrsismanninum heimild, at selja partapeningin í P/F Postverki Føroya.

Starvsmannafelagið hevur ummælt uppskotið. Hoyringsfreistin var í gjár, 24. mei.

Felagið vísir á, at starvsfólkaviðurskiftini eru so at siga ikki lýst í uppskotinum og frágreiðingini, sum fylgir við uppskotinum.

Postverkið hevur havt stórar avbjóðingar á starvsfólkasíðuni, síðani tað varð umskipað til alment partafelag í 2005.

Landið hevur átt postverkið í meira enn 40 ár, og verða partabrøvini seld, hevur landið í minsta lagi skyldu at tryggja, at setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum ikki versna, og at tað vera friðalig og skipaði viðurskifti á arbeiðsplássinum undir einum nýggjum privatum eigara.

Hesi viðurskiftini má lógaruppskotið og ein møgulig sølutilgongd eisini taka fyrilit fyri, sigur Starvsmannafelagið.

Lesið viðmerkingarnar hjá Starvsmannafelagnum til lógaruppskotiðher.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder