Mentan

Kynstrið at vera eydnusamur fyri fullum húsum

...

2020-01-16 20:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ikki kann sigast annað enn, at føroyingar hava tikið væl ímóti kolasvørtu komediuni "Kynstrið at vera eydnusamur???, ið er ársins fyrsti leikur á Tjóðpallinum. Spælt hevur verið fyri fullum húsum síðani 6. januar og afturmeldingarnar frá áskoðarum og ummælarum hava verið serstakliga góðar. Allarseinasta sýning er longu 25. januar og longu nú er útselt til fleiri av seinastu sýningunum.

???Kynstrið at vera eydnusamur??? eftir virðislønta danska leikritahøvundan Rune David Grue er ein kolasvørt sjálvhjálpskomedia, sum leysliga byggir á bók hjá svartskygda heimsspekinginum Arthur Schopenhauer, ið livdi frá 1778-1860. Í leikinum fáa áskoðaranir 50 lívsreglur til eina toluliga tilveru frá teimum trimum leikarunum Annfinni Heinesen, sum eisini leikstjórnar leikinum, Biritu Adelu Davidsen og Gunnvá Zachariasen. Stuttligu og serstøku pallmyndina hevur Edward Fuglø gjørt.

Týðing, tillaging og leikstjórn: Annfinnur Heinesen
Pallmynd: Edward Fuglø
Leikarar: Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen, Annfinnur Heinesen
Ljóssniðgeving: Turpin N. Djurhuus
Búnar: Katrin Bonde
Tónleikur: Kári Bæk

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder