2015-09-17 03:39
Leygardagin byrjar kappingin í FTZ-deildini, sum er besta deildin í manshondbólti. Vit hava sett Julian Johansen, venjara hjá Kyndli nakrar spurningar. Tað eru KÍF og Kyndil, ið seta hondbóltsárið í gongd, tá liðini hittast í Kollafirði leygardagin kl.18.
Hvat vænta tit avkappingarárinum?
Hvat er tykkaramál fyri kappingarárið?
- Málið hjá okkum verður at vita um vit ikki klára at hanga í favorittunum. Vit hava nýtt fólk á fleiri plássum, so vit starta heilt av nýggjum. Ein top 3 placering hevði verið øgiliga góð.
Hvat er tykkarabesta vápn?
- Okkara besta vápn hevur í fleiri ár verði verjan. Vit hava roynt at arbeitt við øðrum tingum í ár, men hvat og hvussu ætli eg mær ikki at avdúka.
Hvørji lið væntatit fara, at kappast um FM-heitið?
- H71 - stutt og greitt, teir hava fingið ein stóran styrk í Peter Krogh, eg haldi at tað skal ganga teimum øgiliga illa, um teir ikki verða allar ovast í ár. Annars vænti eg mær nógv av KÍF, VÍF og Neistanum. Tá tað so er sagt, so kunnu øll vinna ímóti øllum - tað hava vit sæð fleiri ferð fyrr. Í ár hava øll liðini vant nógva fysiska venjing upptil kappingarbyrjan, og vónandi kemur hettar at síggjast.
Hvussu særtykkara hópur út?
- Vit hava ein spennandi hóp við fleiri eldri spælarum og fleiri heilt ungum spælarum sum vit ætla at brýna til besta liðið. Vit hava fingið Hørdur Fannar Sigtórsson aftur á strikuna, Pætur Joensen er komin úr STÍF og Eli Muller er komin úr VÍF.
Vit hava mist fleiri stuðulsleikarar frá í fjør, so vit mugu spæla eitt nýtt lið saman. Frágongd: Birgir Poulsen, Andrias Sólsker, Eirikur Simonsen og Rógvi Dahl Christiansen eru allir farnir til Danmarkar. Jan Pauli Johannesen er farin til Neistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald