Vinna

Kvotan á Flemish Cap verður uppfiskað í komandi viku

...

2018-01-26 09:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipini á Flemiish Cap hava rokfiskiskap, tey liggja ímillum 23 og 30 tons um dagin, og verður tað fiskiskapurin eisini í komandi viku, so verður kvotan uppfiskað áðrenn vikan er úti.

Vit hava frætt frá Hjaltur Poulsen, sum er skipari á ??got, hann sigur, at hann ongantíð hevur upplivað slíkt áður - hann segði, at teir settu 27 línir við somu longd sun útróðrabátarnir brúka ein dagin, og gav tað 47.000 pund av kruvdum fiski.

Hjaltur segði eisini, at teir tann eina dagin mistu 5 stokkar, men tibetur hava teir fingið tað aftur, útgerðin er sera kostnaðarmikil, so teir vóru fegnir, tá teir við at dreggja fingu alt aftur.

Roknast kann við, at skipinii verða aftur í Føroyum, tá ið ein vika er farin av februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder