Mentan

Kvøldseta í Miðvágs kirkju í dag

...

2019-05-26 10:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við at fyrrverandi Vágaprestur David Johannesen gjørdist 70 tann 19.05, verður skipað fyri kvøldsetu við sangi og upplestri úr skaldskapinum hjá David Johannesen. Tónaskøld úr Vágum hava gjørt løg til sálmar og sangir, sum verða framførdir á kvøldsetuni. Vágakórið syngur undir leiðslu av Katrin á Borg Johannesen, Knút Olsen hevur gjørt lag til ein av sálmunum. Um framt Knút Olsen, hava Holgar Jacobsen, Valdemar á Løgmansbø og Jón Eirik Joensen, sum eisini er organistur í Miðvágs kirkju, gjørt løg og framføra á kvøldsetuni. Eftir løtuna í kirkjuni, verður boðið til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum. ??ll eru hjartaliga vælkomin!

Vága prestagjald og prestarnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder