2016-09-08 16:39
Kvívík:
Kvívíkar kommuna hevði hósdagin 1. september vitjan av fólki frá Lokale og Anlægsfonden í sambandi við, at tað verður arbeitt við møguleikanum at gera nýggja Glæmu.
Tey vitjandi blivu víst runt í bygdini og hugdu eftir gomlu Glæmuni. Einki var at ivast, í at fólkini frá Lokale og Anlægsfonden hildu, at teknikararnar vóru ógvuliga áhugaverdar, og at nýggja Glæman er ein spennandi verkætlan fyri alla kommununa. Lokale og Anlægsfonden kann veita stuðl og ráðgeving í einari tílíkari verkætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald