Ítróttur

Kvinnurnar taptu 3-0 fyri Norðurírlandi

...

2014-09-18 13:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti seinasta dystin í undankappigini til HM 2015. ??rslitið gjørdist 3-0 til Norðurírland

Føroyski landsliðsvenjarin, Jón Pauli Olsen væntaði ein torføran dyst ímóti Norðurírlandi, og soleiðis varð eisini.


Dysturin á Mournewiev Park í Lurgan endaði við 3-0 sigri til norðurírsku vertirnar, ið vóru á odda við einum í steðginum.

Endaliga støðan í bólki 4:
1. Svøríki, 30 stig
2. Skotland, 24 stig
3. Pólland, 16 stig
4. Bosnia-Hersigovina, 9 stig
5. Norðurírland, 5 stig
6. Føroyar, 2 stig

HM 2015 fyri kvinnur verður í Kanada.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder