Søkt verður eftir bæði tíðindaleiðara og avloysara fyri deildarleiðaran á Mentan, sum er í farloyvi.??tlandi verða størvini sett í fyrru helvt av mai mánaða
Sambært starvsprofilinum skal nýggi tíðindaleiðarin vera við til at endurorðatilverugrundarlagið undir deildini, soleiðis at deildin kann menna kritiska journalistikkin oggerast betri at koma kring landið og harvið kennast viðkomandi fyri allar føroyingar. Eisiniskal deildarleiðarin menna kjaksendingarnar í Kringvarpinum, soleiðis at bólkar ísamfelagnum ikki kenna seg yvirsæddar ella gloymdar.
Kringvarpið hevur ikki havt tíðindaleiðara í føstum starvi, síðan Heini Gaard tók við sumvirkandi tiðindaleiðari eftir Liljuna Weihe í desember 2017. Stívliga 20 fólk arbeiða áAktuelt-deildini í Kringvarpinum.
Leiðarin á Mentan skal menna deildina til at møta nútíðarkrøvum um innihald
KVF hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan. Miðlalandslagið broytistalla tíðina, og nýggjar avbjóðingar stinga seg upp. Tí skal Mentanardeildin í KVF menna ogtryggja eitt breitt útboð av sendingum, sum lýsa margfeldið í føroyska samfelagnum. Mentanger eitt nú dokumentarsendingar, átrúnaðarsendingar, søguligar og siðsøguligar sendingar,tónleikasendingar og sendingar til børn og ung. Eisini hoyra stóru beinleiðis sendingarnarGóðan Morgun Føroyar og Nón undir Mentan.
Kári Sólstein er í løtuni virkandi leiðari á Mentan fyri Barbaru Samuelsen, sum er í farloyvi.Avloysarastarvið verður nú lýst leyst, og starvstíðin er til 31. oktober 2020. Stívliga 20 fólkarbeiða á Mentan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald