Leygardagin 7. september 2019 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri tiltakinum kvæðastevna, fyrilestrar og dansur. Tiltakið verður og Norðurlandahúsinum og byrjað verður kl. 15:00.
Fyrilestrarnar koma Jákup Reinert Hansen og Jóanes Johannesen at halda.
Jákup Reinert Hansen kemur at greiða frá um kvæðaskaldskapin hjá Mikkjali á Ryggi. Saman við Heina F. Petersen gav Jákup í 1994 út Mikkjalsbók, ið er breitt verk um skaldið Mikkjal á Ryggi ??? í hesum sambandi kom eisini nógv forkunnugt undan kavi viðvíkjandi hansara kvæðaskaldskapi.
Jóanes Johannesen er vaksin upp við dansi í Dali og er av virknastu fólkum í føroyskum dansi í Sandoynni. Jóanes kemur at greiða frá um føroyska kvæðið um Hábarð. Kvæðið, ið er langt ??? í trimum tættum ??? hevur verið kvøðið í eysturbygdunum í Sandoynni.
Eftir fyrilestrarnar verður farið upp á gólv.
Fyrst leggur Vága dansifelag fyri við nøkrum styttri kvæðum eftir Mikkjal á Ryggi:Einar suðuroying, Jóhannis Joensen skipar, ogEg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar, umframtGrindavísuna, Arnjohn Hvítklett skipar.
Seinni kvøða vitÁlvs tátt(annan tátt úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar. Eisini kvøða vitBrókatátt, ??lavur Lydersen skipar. Síðani er frítt at skipa.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Skrá
- Kl. 15:00:
Kvæðaskaldskapur hjá Mikkjali á Ryggi. Jákup Reinert Hansen greiðir frá. - Kl. 16:00:
Einar suðuroyningur, Jóhannis Joensen skipar,leinki til tekst,
Eg havi verið fermur og ungur, Jónvør Petersen skipar,leinki til tekst,
Grindavísan, Arnjohn Hvítklett skipar,leinki til tekst, - Kl.16:45:
Steðgur??? til ber at keypa kaffi/te og heimabakað í SYSTRAR. Harafturat er ein serlig matarskrá,ið má bíleggjast áðrenn kl. 15:00 sama dag. Sí matarskránna niðanfyri. - Kl. 17:15:
Hábarðs kvæði. Jóanes Johannesen greiðir frá. - Kl. 18:00:
Álvs táttur(2. táttur úr Hábarðs kvæði), Símun Erik Johannesen skipar,leinki til alt Hábarðs kvæði, (lag/niðurlag sum í Arngríms synum ??? Har var leikur har var stríð???)
Bróka táttur, ??lavur Lydersen skipar,leinki til tekst. - Kl. 18:45:
Frítt at skipa.
Matarskrá (bíleggjast áðrenn kl. 15:00):
- Vistfrøðilig grønmetissúpan við breyði 89 kr.
- Fiskadella og vistfrøðiligt súrdeiggjbreyð 79 kr.
- Vistfrøðiligur hveitibolli við osti og smøri 30 kr.
- Vistfrøðiligur grovbolli við osti og smøri 30 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald