
Roknskapargreining fyri 20 tær størstu fyritøkurnar í Føroyum í tíðarskeiðnum 2013-2017
Roknskapargreiningini av 20 teimum størstu feløgunum: Ársúrslitið hevur verið hampuliga støðugt !
Um greiningina
Hetta er 2. partur av greiningini av teimum størru feløgunum í Føroyum. Fyrsti partur umrøddi umsetningin hjá feløgunum, meðan hesin seinni parturin umrøður rakstraríkastið hjá somu feløgunum.
??tlanin við greiningini er, at lýsa gongdina hjá føroysku feløgunum, fyri tey seinastu 5 árini, og harvið geva eitt innlit í gongdina hjá vinnulívinum.
Rakstaríkast
Samlaða rakstraríkastið hevur verið hampuliga støðugt hesi seinastu 5 árini, tó við undantaki av 2016, ið hevur verið eitt serstakliga gott ár hjá feløgunum. Av umsetninginum hjá feløgunum, hevur ársúrslitið ligið støðugt um 11,8% - 13,5%, tó við undantaki av 2016. Sí annars tabellina niðanfyri:
2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | ||
Umsetningur (mia.) | 10,1 | 11,3 | 12,0 | 12,5 | 13,2 | |
EBIT %-partur av umsetninginum | 15,9% | 17,2% | 16,1% | 24,8% | 14,5% | |
Ársúrslit %-partur av umsetninginum | 12,9% | 12,7% | 13,5% | 20,8% | 11,8% |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald