Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan?
Mikudagin 1. desember kl. 15 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir.
Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.
Síðani verður greitt frá nýggja umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta ítøkiligari spurningar.
Fundurin verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju.
Hesin fundurin verður ikki stroymdur. Í næstum verður skipað fyri einum talgildum tiltaki við somu kunning.
Almennu koronutilmælini eru galdandi.
Sí eisini
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/kunningarfundur-studul-til-gransking/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald