Mentan

Kunningarfundur í Suðuroyar Sparikassa í Vági

...

2017-11-30 11:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag kl. 15 skipar Granskingarráðið fyri kunningarfundi í Vági um vinnu ph.d.-stuðul og aðrar stuðulsmøguleikar.

Hevur tú hugsað um eina granskingar- ella menningarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Hevur tú brúk fyri fíggjarligum stuðli til hetta?

Ein møguleiki er at søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir.Granskingarráðið hevur møguleika at stuðla 3 verkætlanum við upp til 1 mill. kr. hvør. Kunnað verður um, hvussu tit kunnu søkja stuðul til eina slíka verkætlan. Greitt verður frá endamálinum við vinnu ph.d.-skipanini og krøvunum til umsóknir.

Ein annar møguleiki er at søkja stuðul til vinnuverkætlanir frá Horizon 2020. Her eru fleiri ymsar skipanir til ymisk stig í verkætlanunum. Greitt verður frá ymsu møguleikunum og krøvunum til hvørja skipan.

Eisini verður høvi at seta spurningar og fáa beinleiðis vegleiðing um ymsu skipanirnar.

??ll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder