Mentan

Kunning frá Kongshavnar Frítíðarsiglara

...

2017-04-21 15:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á aðalfundinum hjá Kongshavnar Fríðtíðarsiglarum 19. apríl, var nýggj nevnd vald. Hilmar Hansen og Oluffa Joensen fóru frá og í teirra stað komu Kári Jacobsen og Doris Djurhuus.


Tann nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jonhard Danielsen, formaður.
Kári Jacobsen, næstformaður og
Doris Djurhuus kassameistari/skrivari.
Eyka limir eru:
Andrea Isaksen og
Símin Pauli Johannesen.

Hilmar Hansen, Oluffa Joensen og Jonhard Danielsen stovnaðu felagið í 2013. Og síðan tá, hevur felagið skipa fyri einum bátatreffi í Søldarfirði. Vit fingu eitt samstarv við bátafestivalin á Toftum. Vit møtast her inni fríggjakvøld til eitt komsammen. Aftaná morgunmatin leygarmorgun, verður lagt frá landi og silgt inn á Skálafjørðin, og síðan fylgjast vit út á Toftir til bátafestival.
Felagið hevur eisini onnur smávegis tiltøk, so sum, rudding, siglitúrar og annað kring Kongshavn, sum spennir seg frá Garðsenda í Nes kommunu til Raktanga í Sjóðar kommunu.

Eg vil, vegna limir felagsins, takka Hilmar Hansen og Oluffu Joensen fyri gott samstarv hesi árini.
Í eini kapping er bert ein vinnari, men í samstarvi eru vit fleiri!
Samstundis verður ynskt Kára Jacobsen og Doris Djurhuus hjartaliga vælkomnan uppí nevndina.

Tað eru vit, sum skapa karmarnar. Trivnaður er okkara hjartamál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder