Í dag spælir Kristina Bærendsen á Vágsbøi
Kristina Bærendsen hevði eina øðrvísi uppliving á Summar Festivalinum fyri einum ári síðani. Konsertin hjá henni á stóra palli varð steðgað, tí tað regnaði so illa inn á pallin, at tøknin toldi tað ikki og vandi var fyri skammlopi.
Í dag skal Kristina aftur á sama pall, og hesaferð verður upplivingin ein onnur, tí sólin skínur oman og niðan í Klaksvík í dag.
??? Eg vóni, at tað fer at lukkast betur í ár, tí eg havi sligið tað stórt upp í ár, sigur Kristina Bærendsen, sum hevur stóran bólk við sær á pallin.
Hon sigur, at hon veit ikki rættiliga, hvaðani hennara tætta samband til countrytónleik kemur.
- Kanska er tað bara inni í merginum, sigur hon.
Kristina Bærendsen spælir á Vágsbøi í dag kl. 16:00.
Her ber til at síggja video-samrøðu við Kristinu Bærendsen:
https://www.youtube.com/watch?v=5sG7MYOLCoA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald