Mentan

Kris letur allar pengarnar til Barnaheimið

...

2017-07-15 16:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

G! Fyri løtu síðan kunngjørdi Kris Kristoffersen, at hann fer ikki sjálvur at taka í móti pengum fyri konsertina í kvøld

At spæla tónleik er fyri tónleikrar eitt arbeiði, sum eitt hvørt annað arbeiði; Tað snýr seg um at gera síni ting væl og har eftir fáa sína løn.

Men summi menniskju lata meir av sær sjálvum, enn nakar í veruleikanum hevur biðið um. Soleiðis er Kris Kristofferson. Hann er kendur fyri sínar fíggjarligu stuðulsgávu.

Og í áðni kunngjørdi maðurin sjálvur á tíðindafundi í Gøtu, at hann fer ikki at taka í móti pengum fyri konsertina, sum hann spælir klokkan 18.00 í kvøld. Hann fer nevnliga at lata allar pengarnar til Barnaheimið í Havn.

Og pengarnir koma væl við, siga starvsfólk á Barnaheiminum, sum fyri stuttum vóru á skeið í at handfara traumatiserað børn og ung.

"Pengarnir fara óskerdir til til børnini. Okkara rakstur røkkur ikki til at geva børnunum upplivilsi, hóast tað er ein sera týdningarmikil partur av at byggja børnini upp aftaná trauma", fortelur Katrin Haraldsen, leiðari á Barnaheiminum.

"Vit eru sera takksom", sigur hon at enda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder