Mentan

KRIS: Landsinnsavnan leygardagin 30. mars

...

2019-03-27 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TAÐ ER ONGANTÍÐ TÍN SKULD!

Vit eru øll so ymisk:

Gentur, ið eru fyri kynsligum ágangi, halda mangan, at okkurt er galið við teimum sjálvum, ??? við útsjónd ella verumáta . ???Eg gjørdi einki fyri steðga áganginum, tí hendi tað???, hugsa tær.

Dreingir, ið eru fyri kynsligum ágangi, verða fyltir av skomm og hava ilt við at góðtaka, bæði fyri sær sjálvum og øðrum, at teir eru tvingaðir til nakað kynsligt. Tí siga teir mangan, at teir gingu sjálvir við til tað.

Tað er ALTÍÐ skemmarin sjálvur, ið hevur skuldina av kynsligum ágangi. Tí tín kroppur er tín kroppur, og eingin hevur rætt til at skemma tín kropp.

Kynsligur ágangur fer aloftast fram í loyndum, tí fyri skemmaran er tað nakað loyndarfult, ið fer fram. Hóast tað, so er tað, sum hendir, ONGANTÍÐ tín skuld. Sjálvt um tú lætst teg freista við gávum, pengum og øðrum.

Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett tvey tey fyrstu heftini til Føroyskt. ??tlanin er, at tey bæði seinnu heftini koma út í næstum.

KRIS hevur ført hagtøl síðani ár 2015. Tølini vísa, at tey, ið venda sær til KRIS eru yngri og eru fleiri mannfólk.

KRIS hevur ført hagtøl síðani ár 2015. Tølini vísa, at tey, ið venda sær til KRIS eru yngri og eru fleiri mannfólk.

Í 2018 vendu 24 av 31 sær til KRIS fyri fyrstu ferð ??? talið er tað sama í 2019.

Bæði í 2018 og 2019 vóru tey flestu sum vendu sær til KRIS 1.ársfjórðingin í árunum 30 til 65 ár. Nr. 2 eru tey 18 ??? 29 ára gomlu. Har síggja vit at talið er økt frá 2018 til 2019.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder