Vit sum minnast fyrstu árini hjá Kringvarpinum eru ikki í iva um hvussu Kringvarpið hevur ávrirkað alt okkara fólk. Sigast má at Kringvarpið hevur havt ein sera stóran týdning fyri samfelag okkara.
Minnist fyrstu tíðina hvussu hábærsligt tað var, tá ið tendrað varð fyri útvarpinum, tað var sum andakt, tá ið tíðindini vórðu lisin. Senditíðin var ikki so long tá sum nú, haldi meg minnast at ??F sendi tveir tímar um morgunin og tveir tímar á middegi og so kvøldsendingin, sum vardi heldur longri.
Barnaútvarpið var nakað heilt fyri seg, tá lurtaðu øll.
Tíðirnar broyttust, senditíðin longdist og seinni kom so sjónvarp, sum tá var ein kollvelting.
Framstigini er so stór, at ein valla longur kann fylgja við, nú er internetsamband um allan heim, tað hevur sjálvandi bæði sinar fyrimuni og vansar.
Nógv fólk kundu vit nevnd her, men eingin nevndur og eingin gloymdur, tit hava øll á tykkara hátt sett dám á útvarpið og sjónvarðið, stóra tøkk skulu tit hava.
Hjartaliga tillukku við 60 ára degnum
Heilsan
Vit á JN.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald