Seinni veraldarbardagi setti síni týðiligu spor á økið kring Skálafjørðin. Kanónir, barakkir, oljugoymslur og hernaðarskip merktu Føroya tryggastu náttúruhavn undir krígnum, og enn finnast leivdir av hesum tíðarskeiði í ymsu bygdunum kring fjørðin.
Í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður ljós varpað á hetta serliga tíðarskeiðið í føroyska samfelagnum við framsýning, framløgum og frásøgnum.
Týskvøldið 23. apríl kl. 17 verður tiltak í Løkshøll við heitinum "Frásagnir og prát um Skálafjørðin undir krígnum". Luttakarar eru Maria Jacobsen, Poula Joensen, Olaf Olsen, Alfred Olsen og Oluf Djurhuus. Hilmar Jan Hansen er orðstýrari.
Tiltakið fer vónandi at stimbra innsavningina av vitan um og skráseting av krígsminnum í økinum.
Bygdasavnið Forni hevur eisini sett upp framsýningina "Skálafjørðurin undir krígnum" í hølum sínum á Glyvrum. Til ber at vitja framsýningina frá mikudegnum 24. apríl til sunnudag 28. apríl - allar dagar í tíðarskeiðnum frá kl. 15-18.
Les meira um Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu á visitrunavik.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald