Mentan

Kreativ Pappírsverkstova

...

2019-09-18 14:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kom til kreativa pappírsverkstovu á Caféini á Mølini í Skálavík, leygardagin 21. septembur 2019!

Talan er um kreativt skeið við endurnýtslutilfari. Sniðgevar og kreativ úr sýsluni leggja lag á!

HVÍ

Hvørt ár ganga faldarir út, og vit á kunningarstovuni vilja fegin geva teimum nýtt lív, heldur enn at koyra burtur. Vit ætla hvørt ár at hava kreativar verkstovur har vit saman geva tilfarinum nýtt lív. Vit halda at grøna oyggin sjálvandi eisini skal hugsa grønt tá ið tað kemur til pappír.

HV??R

Í ár fara Frida og Julianna at leggja okkum lag á, og vísa okkum hvussu vit kunnu endurnýta pappír til at gera málningar o.a.

HENT AT VITA

Vit hava faldarar, lím og annað við ið tit kunnu brúka á degnum. Um tú hevur okkurt tilfar ið kann brúkast á degnum ert tú vælkomin at taka tað við.

Eitt gott hugskot er at taka eina rammu við um tú vilt gera eina mynd, ein pappírs-lampuskerm um tú vilt gera eina lampu, ella annað. Alt ber til!

KOSTNAÐUR

50,- fyri hvønn.

Goldið verður á caféini.

https://whatson.fo/fo/event/kreativ-pappirsverkstova/

Tit eru vælkomin til at deila víðari ella printa út deila!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder