
Ca i 2009 byrjaðu vit sum fiska rækjur at sýggja krabba i ristini í trolinum, eg visti fra Canada at um man fekk krabba við troli so var nógv til.
Eg segði Hans Andrias á Thor frá hesum.
Hann sendi beinaveg umsøkn til landstyri at sleppa at fiska krabba við rúsum. Tummas Justinussen fór eitt stig víðari og keypti ein krabbabát fyri nógvar pengar at fiska.
Men Landstýri lá á boðunum so hvørki Tummas ella Thor fingu loyvi at fara at veiða krabba her
Ístaðin kom ca i 2012 floti at Normonnum-Russar-Spaniólum- Koreanarum og Kinesarum o.ø upp her at fiska krabba og fingu nógv, vit Føroyingar vóru hampuligir eins og vanligt, vildu ikki traðka nakran á tædnar.
Í ca 2014 vóru minst eini 40-50 skip og fiskaðu krabba i Loynikrókinum og fingu nógv.Hóvdu øgiliga nógvar rúsir og settu við ongum skili.
Í 2016 bleiv forboð sett fyri at fiska krabba við tí grundgeving at krabbi er roknaður sum´´UNDERGROUND SPEIS´´ eins og olja.
??rslitið nú 3 ár eftir at sísti krabbabátur gavst her er at her standa 100 tús vís av rúsum og ´´spøkilsisfiska´´, ein umhvørvisólukka við lít, vit sýggja tað hvønn dag. Bara hendan túrin hava vit fiska eini 6 kubikk av krabbarúsum upp, fullar av krabbum og fiski, sí bíløt
Ongin gerð nakað við hetta hóast tað er nemt at fara við einum línuskipið og dreggja upp og tað hevði als onki kosta, men tvørturímóti verið mokveiða tí nógvir krabbar eru í.
Normenn hava dreggja har suðuri i Loynikrókinum 8600 rúsur upp, men tað er har norði mest er
Skrivar Bjarni Petersen skipari á Arctic Viking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald