Mentan

Kórkonsert í Fuglafirði

...

2016-05-14 21:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kór av Toftum og úr Fuglafirði fara mánakvøldið 16. mai, annan hvítusunnudag kl. 20, at hava konsert í Siloa í Fuglafirði

Tað verður forkunnug konsert í Siloa í Fuglafirði annað hvítusunnukvøld.

Tað eru kórini í Siloa í Fuglafirði og í Nebo á Toftum, sum fara at syngja saman og hvørt fyri seg. Hesi bæði kórini hava ongantíð áður havt konsert í felag.

Kórleiðarar eru Randi Hansen, sum stjórnar kórinum í Nebo, og Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar kórinum í Siloa. Tey bæði eru starvsfelagar í Miðnámsskúlanum á Kambsdali, har tey bæði undirvísa í tónleiki og eru lestrarvegleiðarar.

Sangtraditiónin er sterk bæði í Nebo á Toftum og í Siloa í Fuglafirði. Av og á hava tað verið kór í samkomunum.

Í Fuglafirði hevur Eyðun á Lakjuni síðani síðst í áttati-árunum havt ábyrgdina av Siloa kórinum, sum hevur sungið mest sum alla tíðina síðani tá. Umframt í Siloa hevur kórið sungið í fleiri øðrum samkomum kring landið, og eisini hava tey vitjað bæði í Danmark og í Skotlandi.

Fyri tveimum árum síðani varð kórið í Nebo á Toftum endurstovnað, og Randi Hansen hevur havt leiðsluna síðani. Kórið hevur umframt í Nebo sungið í øðrum samkomum kring landið, og í fjør heyst vóru tey í Rumenia.

Mánakvøldið er skráin soleiðis, at kórini syngja hvørt fyri seg, og so syngja tey í felag. Tilsamans eru tey yvir seksti í tali.

Bæði kórini syngja saman við orkestri. Talan er um klaver, trummur, bass og guitar og orgul.

Konsertin verður í Siloa mánakvøldið 16. mai, annan hvítusunnudag, klokkan 20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder