Mentan

Konsert við Siloakórinum

....

2017-05-23 08:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið 24. mai kl. 20:00 hevur Siloakórið konsert í Siloa í Fuglafirði. Hetta verður seinasta konsertin, áðrenn kórið fer í summarfrí. Kórið hevur framført og vant rættiliga nógv í vár, og var eisini á konsertferð í Íslandi eitt langt vikuskifti fyri páskir. Íslandsferðin eydnaðist væl. Sungið varð í fýra ymiskum kirkjum og samkomum í Reykjavík, og í einari kirkju nakað norðanfyri. Væl av fólki var og lýddi á, og blíðskapurin frá íslendingum móti føroyingum merktist enn einaferð. Síðani íslandsferðina hevur kórið sungið til páskastevnuna, sum var í ítróttarhøllini í Runavík, umframt nakrar ferðir á møtum í Siloa. 

Tað er Eyðun á Lakjuni, ið stjórnar kórinum, sum er samansett av kvinnum og monnum í so at siga øllum aldri. Kórið syngur bæði a capella og saman við orkestri, nýtt og gamalt, føroyskt og enskt, so sangúrvalið er rættiliga varierað. Í orkestrinum er klaver, trummur og bassguitari, men so eru eisini onkur løg, ið hava cello og tvørfloytu afturvið. Í fleiri av løgunum eru solorøddir úr kórinum. 

Konsertin í Siloa er ókeypis, og kórið vónar at síggja nógv fólk hetta kvøldið ??? tað er jú frídagur dagin eftir. Ein drekkamunnur verður at fáa aftaná konsertina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder