Multi-talentið Heiðrik fer við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum í sambandi við nýggju útgávu sína ???Funeral???. Sunnudagin klokkan 17 verður spælt í Listastovuni í Miðvági.
Ikki minni enn 2 FMA virðislønir og fult hús av stjørnum frá øllum ummælarunum bæði her heima og uttanlanda.
??tgávan snýr seg um fortíð hansara sum ungur LGBT-ari í Føroyum.
Vakra og livandi røddin hjá Heiðriki dregur okkum við á eina sorgblíða, konfronterandi og eisini eitt sindur stuttliga ferð við íblástri úr jazzi og fólkatónleiki frá 20???unum og 50???unum. Við á útgávuni er vokalbólkurin KATA. Janus Ramussen úr BYRTA hevur framleitt.
Við sær á palli hevur hann Heðin Ziska Davidsen (guitar) Halldór Sveinsson (klaver) Per Højgaard Petersen (trummir) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass
Mentan
Konsert við Heiðrik í Listastovuni í dag
...
2018-06-24 11:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald