Mentan

Kongurin livir á svenskum

...

2017-08-16 07:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er í dag 40 ár síðan Elvis doyði og vit heiðra konginum í Listastovuni við eini konsert við svenska bólkinum Fröken Elvis fríggjakvøldið 18. august.

Ímynda tær ein tónleikabólk við tínum bestu vinum ??? tykkum dámar sama tónleika og elska gott kaffi. Har hevur tú Fröken Elvis.

???Kongurin livir á svenskum!??? (DN), ???Hon gevur Elvis sangum nýtt lív??? (Mitt i Søderort).

Soleiðis umrøða svenskir miðlar hendan einastandandi tónleikabólkin. Fröken Elvis spæla Elvis sangir, sum eru umsettir til svenskt og útsettir av nýggjum umframt eitt sindur av egnum tónleiki. Framførslan hjá teimum er fjálg og skemtilig, men eisini eitt sindur álvarssom. Og sjálvandi full av tónleiki, kærleika og eini rúgvu av ymsum ljóðførum.

Fyrsta útgávan hjá Fröken Elvis "Elvis på svenska" kom út í 2015 og gjørdist nummar 19 á svensku hittlistunum. Nú, summarið 2017, geva tær næstu fløguna "Kungen & Jag" út.

Frøken Elvis eru: Camilla Fritzén (sangur og umsetingar), Lisa Bodelius (trombon, kontrabas, klaver, harmoniku, kórsang og umsetingar), Maria Olsson (trummur, slageverk og kórsang), Josefin Berge (gittar, mandolin og kórsang) og Sanna Andersson (kontrabass, gittar, ukulele, melodica og kórsang).

Konsertin við Fröken Elvis er partur av PULS tónleikarøðini hjá Norðurlandahúsinum, Listastovuni, Spaniastovu og Norðuratlantsbryggjuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder