Leiðarin á Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner fekk í oktober eina innbjóðing frá Margrethu drotning. Talan var um eitt stórt tiltak, har umboð fyri donsku, grønlendsku og føroysku filmsvinnuna vórðu boðin til konsert í Slotskirkjuni og síðani til døgurða á Fredensborg Slot. Tina í Dali Wagner, sum umboðaði Føroyar, heldur hesa innbjóðing vera eina viðurkenning av spírandi føroysku filmsvinnuni:
???Hóast Filmshúsið ikki hevur nógv ár á baki, hevur virksemið verið nógv. Filmsvinnan hevur eisini ment seg og støðugt fjølbroyttari filmar verða framleiddir, hóast játtanin til filmsstuðul ikki er stór. Vit royna at vera sjónlig bæði her heima í Føroyum, men eisini uttanlands???sigur Tina í Dali Wagner.
Í summar vitjaði Margretha drotning í Sjóvinnuhúsinum har hon m.a. fekk kunning um spírandi filmsvinnuna í Føroyum. Jón Hammer, nevndarlimur í Stýrinum fyri Filmshúsið, greiddi frá um føroyska filmsframleiðslu og vísti brot úr filmsrøðini "Trom" eins og úr heimildarfilminum "Heartist", ið snýr seg um Sigruna Gunnarsdóttir.
Á myndini síggjast Tina í Dali Wagner saman við manninum Jónas í Dali framman fyri Fredensborg slot.
Filmshúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald