Mentan

Kona fyrrverandi íslenska ráðharran leggur egna bók fram

...

2017-07-25 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við, at fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna

Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir luttaka og seta
ársins Faroe Pride tiltak, leggur Jónína Leósdóttir bók fram um teirra
felagslív. Bókaframløgan verður í Rit & Rák í SMS mikukvøldið, 26.
juli 2017, kl. 19.00.

Jóhanna Sigurðardóttir gjørdist fyrsti kvinnuligi forsetisráðharrin í
Íslandi í 2009 og fekk soleiðis til uppgáva at rudda upp eftir stóra
húsgangin. Jóhanna gjørdist samstundis fyrsti opin samkyndur
landsleiðari í heiminum. Í 2010 var íslendska forsetisráðharraparrið á
almennari vitjan í Føroyum. Henda vitjan fekk nógva altjóða
miðlaumtalu, tá tað frættist, at ikki øll innbjóðaðu vildu luttaka við
almenna døgurðan hjá løgtinginum, tí forsætisráðharrin var samkyndur.

Í bókini ???Jóhanna og eg??? viðgerð, Jónína Leósdóttir, kona fyrrverandi
forsætisráðharran, sum sjálv er rithøvundur og fyrrverandi
journalistur hesa serligu vitjan í Føroyum. Bókin snýr seg eisini um
lív teirra saman, sum hjún, landsleiðarar, íslendskan politikk og
teirra lív sum heimskendar LGBT undangongukvinnur.

Hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi forsetisráðharraparið vitjar
aftur í Føroyum eftir nógv umrøddu almennu Føroya vitjanuna í 2010.

Bókin ???Jóhann og eg??? er tiltaks á donskum og íslendskum. Møguleiki er
at ogna sær bókina og fáa hana signeraða á almenna og ókeypis
tiltakinum í Rit & Rák í SMS mikukvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder