Mánakvøldið 28. januar 2019 fer Vágakórið undir nýggja og spennandi sangskrá viðnýggjum væluppøgdum kórleiðara nevniliga sanglæraranum Katrin á BorgJohannesen.
Katrin er júst flutt heim aftur til Føroyar saman við familjuni eftir 12 ár í Oslo, har honhevuri nomið sær útbúgving í tónleiki við fokus á sang og sangpedagogikk.
Longu 14-15 ára gomul gjørdist hon kórleiðari í ungdómskórinum TenSing í Havn, oghon hevur síðan tá bæði sungið og undirvíst í ymiskum sang- ogtónleikasamanhangum.
???Nú síggi eg fram til at leiða Vágakórið, og tað verður spennandi, hvat vit samankunnu fáa í lag.??? sigur Katrin spent.
Vit eru serliga spent uppá at bjóða nýggjum sangarum at koma við, tí vit ætla atvíðka munandi um kórið, so tað vónandi aftur kann gerast so stórt, sum tað einaferðvar - stuttligt hevði verið, eisini at sæð mong av okkara ungu sangfuglum í einumfjølbroyttum vælljómandi Vágakóri.
Vit hittast hvørt mánakvøld kl. 19.30 til 21.30. í gomlu skúlaauluni á Giljanesi. Vitvenja, læra, frøast um vakran tónleik, hugna okkum. Málið er at gleða okkum sjálviog onnur við vøkrum sangi til skemtunar og til hátíðarløtur.
Um nakrar vikur skipa vit fyri einum venjingarvikuskifti á onkrum eksotiskum staði íFøroyum. Hugni, venjing og konsertir í nærumhvørvinum eyðkenna hesar 2-3dagarnar heimanífrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald