Tíðindaskriv:
Fimm ungir kvinnuligir tónleikarar taka teg við á eina fjølbroytta og sansaríka ferð. Seks norðurlendsk tónaskøld greiða frá, hvussu náttúran í júst teirra heimlandi hevur givið teimum íblástur til júst teirra verk. Tólv høvi eru í Norðurlondum at uppliva hetta. Eitt teirra í Norðurlandahúsinum í Føroyum, 23. August 2017.
Ensemble Sirius bjóðar áskoðarunum eina øðrvísi framførslu. Talan verður ikki einans um eina klassiska konsert, tá ið tær fimm fara á pall, men um eina fjølbroyttari uppliving, har skift verður millum ljóð og sjónband.
Tónaskøld á pallinum
Tónaskøldini til tey seks nýskrivaðu tónaverkini, ið Ensemble Sirius fer at framføra, verða til staðar - persónliga ella á sjónbandi. Hvør sær fara tey at greiða frá, hvagar tey hava fingið íblástur, og hvussu tey hava arbeitt við verkinum.
Áhoyrararnir fáa sostatt, umframt at hoyra nýggjan tónleik, eisini innlit í og vitan um, hvussu tónleikurin er vorðin til. Felagsnevnarin, sum tónaskøldini hava arbeitt við, er Norðurlendsku náttúran, harav heitið á konsertferðin: ???Ferðin ígjøgnum Norðurlendsku náttúruna???.
Okkara tónleikur
Flest klassisk kend verk hava uppruna í Suðurevropa, har mentan, sinnalag og náttúran er langt frá okkara. Tónleikararnir í Ensemble Sirius meina, at tørvur er á at fáa til vegar fleiri Norðurlendsk verk, har vit betur kunnu kenna okkum aftur.
Limirnir í Ensemble Sirius hava sett seg sum mál at betra um menningarmøguleikarnir fyri og kunnleikan til samtíðar norðurlendskan tónleik, og er tað orsøkin til, at tær hava bílagt seks nýggj verk til teirra konsertferð frá norðurlendskum tónasmiðjum.
??vanlig samanseting
Við trompet, saxofon, kontrabass, klaver og slagverki, hevur Ensemble Sirius eina heldur óvanliga samanseting í klassiskum høpi, og gevur hetta tónleikararnar møguleika at fáa fram øðrvísi og nýggj ljóð, sum ikki eru at hoyra í siðbundna kamartónleikinum.
Tær fimm ungu kvinnurnar, ið manna Ensemble Sirius búgva allar í Aarhus, men eru úr Svøríki, Týsklandi, Danmark og Føroyum. Tað er teirra felags áhugi fyri samtíðartónleiki, ið hevur ført tær saman í hesu serstaku verkætlan, ið hevur fingið nærum eina millión krónur í stuðli úr ymiskum Norðurlendskum grunnum og stovnum.
Við serstøku samansetingini av ljóðførum og fjølbroyttari miðlan bjóðar Ensemble Sirius tær við inn í nýggju tónleikaverðina hjá klassiskum tónleiki.
Kom við á ???Ferðin ígjøgnum Norðurlendsku náttúruna???.
Nær: Mikukvøld 23. August 2017 kl. 19:30.
Hvar: Norðurlandahúsið í Føroyum.
??keypis atgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald