Bókadagareruafturíáreinheilvikaviðbókmentumímiðdeplinum.Eisiniumtúertsoóheppinatveraísóttarhaldi.Nógvtiltøkverðanevnligastroymd,soleiðisattúkanstfylgjaviðheima.Bókadagarnirverða15.-21. november íNorðurlandahúsinum.
Rithøvundasamrøður, upplestur, bókaframløgur og bókasøla. Í samstarv við forløg, felagsskapum og rithøvundum bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey í Føroyum, ið hámeta bókmentir, fáa høvi at savnast um teirra seráhuga.
Men tað at savnast í hesum tíðum krevur sjálvsagt fyrivarni. Tí er skráin, eins og seinasta ár, spjødd um eina heila viku, soleiðis at tað gerst lætt hjá gestum at halda frástøðu og ansa eftir hvørjum øðrum. Í grundini nýtist einum ikki at koma til Norðurlandahúsið fyri at taka lut í Bókadøgunum. Nógv tiltøk verða nevnliga stroymd, soleiðis at áskoðarar kunnu fylgja við heima ??? ella t.d. á koronahotellinum.
Bókadagar 2021 fara fram 15.-21. november og bjóða m.a. upplestur við Einar Már Guðmundsson, Lív Maria Róadóttir Jæger og Rakel Helmsdal, samrøður við svenska bókmentaummælaran Magnus William-Olsson og føroysku tónleikararnar Lena Andersen og Lea Kampmann, eitt skeið í at skriva bókmentaummæli og framløgur av listabókiniMillum Føroyar og málninginog ungdómsbókiniRimarúmið.
Finn alla skránna og leinkjur til stroyming á nlh.fo.
??ll tiltøk í Norðurlandahúsinum krevja tilmelding á nlh.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald