Matstovan KOKS hevur aftur megnað at sett Føroyar á heimskortið. Nú er eisini staðfest, at KOKS er ein kyndilberi í burðardygd.
Michelinstjørnan er heimsins fremsta heiðursmerki í matgerð og matgerðarlist. Og Føroyar eru við KOKS á ovastu rókum.
Í 2017 kom fyrsta Michelinstjørnan til Føroya. Í gjár fekk KOKS á øðrum sinni tvær stjørnur og telist sostatt millum allarbestu matstovurnar yvirhøvur. Harumframt fekk føroyska matstovan eisini eina fýrsmæru fyri burðardygga matlist.
- Hetta er einastandandi fyri matstovuvinnuna og fyri Føroyar sum ferðamannaland. KOKS skapar umrøðu úti í heimi fyri eitt serstakt matlistarligt flog, sum ber av øllum.
- Eg fari at ynskja KOKS og øllum teimum, ið starvast har, hjartaliga tillukku viðMichelinstjørnunum og fyri nýggju fýrsmæruna, sum verður givin fyri burðardygd, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.
Michelinbókin er komin út síðani ár 1900, og stjørnurnar eru latnar síðan 1930. Ein Michelinstjørna verður latin fyri best hugsandi matstovu í sínum flokki.
Krøvini, ið sett verða til tílíkar matsovur, eru fyrst og fremst dygd, handverk, stílur, dygd fyri pengarnar og dygd uttan mun til klokkutíð, tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald