2014-10-23 01:00
Landsverk.fo skrivar:
VETRARHALD: Nú veturin stendur fyri durum, er umráðandi hjá bilførarum at skøða akførini til hesa árstíðina. Starvsfólkini á Landsverki eru brynjaði til at taka ímóti vetrinum, eftir ein sokallaðan vetrarfund herfyri.
Hetta er tann tíðin, har hálka kann koma, nær tað skal vera, og tann fyrsta hálkunáttin hevur longu verið. Hetta var náttina til týsdagin 14. oktober, har vandi var fyri hálku í erva á fimm vegateinum ymsastaðni í landinum. Tí ræður um at skøða bilin sum skjótast, um ein ikki longu hevur gjørt tað.
Eins og undanfarin ár hevur Landsverk brynjað seg til veturin, og vetrarliðið hjá stovninum er til reiðar at fara út við maskinum og saltbilum.
Á hvørjum ári hittast starvsfólkini í vetrarhaldinum til ein vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri seinasta vetur og aðrar vetrar frammanundan, verða lýst, eins og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting komandi vetur verður umrøtt.
Seinasti vetur var lýggjur við lítið av kava. Bert 75 hálkudagar vóru, og hetta er tað lægsta í nógv ár. Til samanberingar vóru árið frammanundan 131 hálkudagar, og veturin 2009-10 vóru nærum tvílfalt so nógvir í mun til seinasta vetur, tá tað vóru 141 hálkudagar.
Lýggi veturin bar sjálvandi í sær, at tað eisini varð nýtt munandi minni nøgd av salti sum fyribyrging móti hálkuni. Bert 1.173 tons móti 2.187 tonsum veturin frammanundan.
Til ber at kunna seg um veðrið og koyrilíkindi á heimasíðuni hjá Landsverki og umvegis Landsverksappina, ið vísir seinastu mátingarnar um veðrið frá teimum 26 veðurstøðunum, ið Landsverk hevur kring landið. Umframt at kunna seg um veðrið, ber eisini til at lesa tíðindi og kunngerðir á appini. Les meira um appina her.
Til ber eisini at kunna seg um vetrarferðslu á heimasíðuni hjá Landsverki. Vit spyrja, um bilurin er vetrarklárur, veita góð ráð um koyring í vetrarferðsluni, upplýsa hvar og nær vit salta og rudda kava, eins og vit vísa á, hvussu veðrið hevur háttað sær vetrarnar frammanundan. Les meira um alt hetta á heimasíðuni her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald