Tíðindaskriv 6. desember 2018
Kiwanis stuðlar børnum umvegis jólatræssølu
Eins og unfarin ár er vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, farin undir árligu jólatræssøluna aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Endamálið er at savna inn pening, sum í høvuðsheitum verður latin góðgerandi átøkum, ið hava við tørvandi børn og ung at gera. Eisini letur Kiwanis javnan stuðul til barnafamiljur, ið onkursvegna eru komnar í fíggjarligar trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið hevur rakt familjuna.
Felagsskapurin Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla tørvandi børnum, barnafamiljum og tiltøkum børnum og ungum at frama, er farið undir árligu jólatræssøluna, sum fer fram aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn.
Á hvørjum ári letur Kiwanis Tórshavn peningagávur til vælgerandi endamál. Eitt nú hevur felagsskapurin stuðlað eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, Sjómansheiminum ??rkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum, Frelsunarherinum, Barnaheiminum, Megd, tónleikabólkinum ??labogin og mongum, mongum øðrum góðgerandi endamálum.
Somuleiðis stuðlar Kiwanis javnan einstøkum barnafamiljum, ið onkursvegna hava fingið trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið familjan kann vera rakt av. Umframt jólatræssølu stavar hjálparpeningurin hjá Kiwanis Tórshavn frá lutaseðlasølu á ??lavsøku.
Jólatrøini verða útpakkaði, so til ber síggja tey, áðrenn ein ger av, hvat jólatræ ein ynskir sær. Trøini verða síðani pakkaði inn aftur, so tey eru klár at leggja í bilin ella bera heim við sær.
Upplatingartíðirnar eru mánadag-fríggjadag frá klokkan 16.00 ??? 20.00 og leygardag frá kl. 14.00 ??? 20.00. Eisini er opið frá kl. 16.00 tveir teir seinastu sunnudagnar undan jólum.
Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu. Orðið ???kiwanis??? stavar úr indianskum máli og merkir ???vit byggja.???
Vinarliga
Nevndin í Kiwanis Tórshavn
Jens Hansen, forseti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald