Mentan

Kitty May sigur erligt frá sínum lívi: - Eg misti fótafestið

...

2016-11-22 07:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

VIÐAREIÐI: "Eg eiti Kitty May, og eg eri alkoholikari!"


Hóskvøldið 24. november verður áhugaverdur fyrilestur á Viðareiði.

Tá kemur nýklakti rithøvundurin, Kitty May Ellefsen úr Havn at halda fyrilestur um nýggju bókina og eitt lív, har hon var bundin at rúsdrekka.

Hon fer at greiða frá lívi sínum, og hvussu henda misnýtslan setti sín dám á gerandisdagin. Hetta hevur hon eisini skrivað um í nýggju bók síni "Frá Reyðvíni til Marathon", sum eisini fæst til keyps hetta kvøldið.

- Hetta er ein persónlig søga um tað at missa fótafestið í lívinum, og at finna

tað aftur, fyri síðani at fáa eitt betri lív, sigur Kitty May, sum gleðir seg at koma til Viðareiðis at siga frá.

Tiltakið byrjar klokkan 19:30, og verður í skúlanum á Viðareiði.

Nevnast kann, at høvi verður at seta fram spurningar til Kitty May. Høvið verður eisini at keypa bókina eftir fyrilesturin.

Aftaná fyrilesturin, sum varir í ein góðan tíma, verður ein drekkamunnur at fáa.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder