Mentan

Kitty May Ellefsen helt flaggrøðuna á Giljanesi

...

2017-04-25 19:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu áhoyrarar

Tað er mær ein gleði at standa her í mínum skúla, í heim bygd míni og halda flaggdagsrøðuna 2017. Eg vil takka fyri áheitanina og álitið.

Í dag eru vit komin saman um Merkið, sum á fyrsta sinnið veitraði á stong 22. juni 1919 og sostatt verður Merkið skjótt 100 ár.

Og merkið hevur stóran týdning fyri Føroyar og føroyingar. Merkið verður nógv nýtt í Føroyum. Merkið verður reist á stong í gleði á hátíðardøgum, har vit boða frá, at vit frøðast saman við og heiðra teimum, sum hava merkisdagar, føðingardagar, brúðleyp og aðrar minnisdagar.

Í sorgartíð og tungum løtum, verður Merkið drigið á hálva stong, boðandi frá, at vit vísa samkenslu og syrgja vit teimum sum hava minst.

Við merkinum glaðast vit og við merkingum verða vit borin til hvíldar tá okkara tímaglasið er runnið.

Og merkið er vakurt. Litirnir í merkinum eru reytt, blátt og hvítt. Hesir litir eru okkara stoltleyki og ímynda okkara tjóðarsamleika, okkara ætt og uppruna. Teir gera okkum til eina sál ??? til eitt fólkaslag - til Føroyingar.

Krossurin í flagginum er tekin um tað grundarstøði, sum vit byggja okkara tilveru og mentan á. Krossurin boðar frá, at vit eru eitt kristin tjóð og eitt kristið fólk.

Tað er neyvan nakar av okkum, sum ikki fær eina serliga kenslu, sum rørir okkara hjartastreingir tá vit síggja flagg okkara veitra. ??ti og heima veitrar Merkið í húnarhátt tá okkara ítrottarfólk umboða okkum í altjóða kappingum ??? boðandi frá, at vit eru føroyingar, stolt av okkara samleika og til dystin fús. Jú, vit eru við í altjóða samfelagnum og í altjóða kappingum. Vit vilja vísa at eisini hetta lítla landið har norðuri dugir nakað serligt.

Við merkinum fylgir ábyrgd ??? ábyrgd fyri landi og fólki, fyri ungum sum eldri, fyri veikum sum sterkum. Tí tað eru nevniliga vit, sum liva og virka í hesum samfelagi í dag, ið hava ábyrgd at gera okkara besta til æru fyri land og fólk og harvið eisini merkinum.

Hesa ábyrgd mugu vit ikki gloyma nú ferðafólk í hópatali fara at koma til Føroyar. Tað er gleðiligt at so nógv fólk hava fingið eyguni upp fyri Føroyum. Tey vilja øll sleppa at uppliva og síggja hetta micro samfelagið í norðuratlantshavinum, sum er nakað heilt serstakt. Men við teimum fylgir eisini ábyrgd. Ábyrgd fyri, at ansa væl eftir náttúrini og tí djóra og plantulívið sum er eyðkent fyri okkara samfelag. Og tað er okkara ábyrgd at seta mørk og stilla krøv. Ferðafólkini koma og fara. Men tað eru vit sum skulu lata landið víðari til næsta ættarliðið og tað í sama standi, sum tað var í tá vit fingu tað.

Eins og flaggið er vakurt so er okkara land ikki minni vakurt. Og av øllum okkara 18 oyggum er Vágoyggin tann vakrasta. Soleiðis er í mínum eygum. Tit hava so nógv at verða stolt av her vestri. ??ll vøtnini, Tinghólm, Atlantic Airways, Trøllkonufingur, Vága Floghavn, Country Festivalin, Jatnagarðar, Mykines, alt vinnulívið og heimsins flottasta ½ marathon úr Gásadali til Sandavágs. Her er trygt og her er gott. Eitt satt Paradís har karmar eru til óeydnaliga nógvar møguleikar bæði á vinnuliga og mentunarliga økinum. Her er meira enn nokk til øll og nokk til allar hendur.

Gud hjálpi okkum at fara væl um Vágoy. Skattin sum okkum er givin soleiðis, at vit allatíðina minnast til, at tað er okkara ábyrgd áhaldandi at stríðast fyri at menna og betra um í okkara nærumhvørvi, okkara landi soleiðis, at okkara livikor og møguleikarnar at búleikast her so góðir sum gjørligt, gera land okkara land og bygdir og býir til góð støð at liva ??? Ja lat okkum vera ein fyrimynd fyri onnur lond.

Til øll tykkum ungu, sum hava lívið frammanfyri tykkum, vil eg siga ??? havi áræði, ágrynni og vilja til at koma fram í øllum tí, sum tit gera. Minnist til at hvør dagur telur og at hvør dagur kann verða ein góður dagur ??? geri tykkara besta hvønn dag ??? tað verðið seg í skúla, til arbeiðis, millum vinir og familju. Og gloymi ongantíð at viljin er sterkasta svørið ??? Har sum viljin er er eisini ein vegur.

Lat okkum øll verða góð umboð úti í heiminum har vit koma og óansæð hvar vit enda í heiminum so lat okkum ongantíð gloyma okkara røtur. Lat okkum verða stolt av hvørji vit eru. Verið stolt av at vera úr Vágum, at vera føroyingar og hjálp okkum at tosað pent um okkara land og fólk. Gloymi ongantíð føroyska merkið ??? sum boðar um okkara samleika.

Gud signið mítt føðiland Føroyar. Gud signi okkum øll og hjálpi okkum at verða góð menniskju.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder