Vinna

Kirstin Jensen leggur frá sær vegna aldur

...

2017-11-01 12:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kirstin hevur arbeitt sum deildarleiðari, leiðari og seinastu árini, sum visitastor og fyribyrgjari á Heimatænastuni í Vágum.

Hon varð útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1973, og byrjaði nøkur ár seinni at arbeiða á Sýnini í Miðvági.

Vága- og Sørvágs kommunur og Heimatænastan, takka Kirstin hjartaliga fyri drúgva og trúgva tænastu, og ynskja henni blíðan byr.

Starvið sum visitator og fyribyrgjari er nú deilt í 2 størv, hálva tíð hvørt starvið. Majbrith Reynskor og Arnleyg Haraldsen eru settar í størvini. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga til lukku við størvunum, góðan arbeiðshug og blíðan byr.

Majbrith ReynskorArnleyg Haraldsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder