Sunnudagin 03. oktober hevði ein av okkara merkismonnum ein stóran dag, sum varð hildin saman við konuni á Hotel Føroyum.
Talan er um hjúnini Kirstin og ??la Jacobsen, sum rundaðu teirra 40 ára brúdleypsdag. Tá man hevur verið giftur í 40 ár, so eitur tað RUBINBR??DLEYP. Tað vóru yvir 300 gestir, sum ynsktu at heiðra RUBINPARIÐ henda sunnudagin á Hotel Føroyum, sum bæði røður og sangir bóru boð um.
Ein, sum helt røðu, var Poul Jóhan Djurhuus. Røðan tolir at verða endurgivin og kann lesast her. Hon verður endurgivin soleiðis, sum hon var borin fram:
Um ikki tað var tí, at ein garður í Norðagøtu lá og bíðaði, at eftirmaðurin skuldi taka við, so hevði ??li møguliga verið heilur danskari og búsitandi í Keypmannahavn í dag.
Tey fyrstu árini av sínum barnaárum búði ??li saman við foreldrum sínum í Keypmannahavn, har pápi hansara hevði eitt rættuliga gott starv. Tey búðu eitt skifti í íbúðini, sum er knýtt til samkomuna í Tórsgøtu 40 í Keypmannahavn, og tí er tað, at kona mín Else og ??li hava felagsminnir frá samkomuni í Tórsgøtu á Nørrebrúgv í Keypmannahavn, har tey minnast somu persónar, sum settu sín eyðkenda dám á samkomulívið og sunnudagsskúlan har.
Men pápi ??la kendi á sær, at hann mátti taka leiðina aftur til heimbygdina Norðagøtu, og ??li gjørdist føroyingur! Tað eru vit øll sera glað fyri, tí hvat skuldu vit gjørt við øll tey mongu, sum liggja undir grønutorvu í Gamla Kirkjugarði í Havn, um ikki ??li hevði megnað at reist tey upp, og tá enntá inn í ein talgildan heim?!
Næst Várharra hevur tað eydnast ??la at fáa lív í deyðu beinini, sum væl meira enn eina heila øld hava verið meira og minni heilt gloymd av langabba- oldurabba- og tippabbabbørnum teirra, sum annars dagliga bæði koyra og ganga fram við kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn; vit kunnu nevna vegastrekkini: Niðara endi av Dalavegnum, eystari endi av Jóannesar Pætursonargøtu og vestari endi av Dr. Jacobsens gøtu.
Her hevur ??li gjørt eitt megnar granskingararbeiði, har hann hevur vitjað gravstøðini og leitað fram søguna hjá viðkomandi, sum hann síðani hevur prentað í Fiskimannablaðnum og seinastu mongu árini í Sosialinum. Við hesum hevur ??li ríka tað føroysku fólkalívssøguna, okkum øllum til undirhald, gagn, mentan og gleði.
Nú er bara at vóna, at Tórshavnar kommuna fer at bera so í bandi, at hesin annars gloymdi og órøktaði blettur, við sínum stóra potentiali, mitt í Havnini, gamli kirkjugarður, fer at ganga í fótasporum ??la Jacobsens og umskapa hendan blettin, við sínum ríka potentiali, til eitt hugnaligt og brúkaravinarligt urtagarðsøki til gleði og fragd bæði fyri Havnafólk og vitjandi ??? ??li hevur lagt støði!
Persónliga fari eg at takka ??la fyri, at hann loftaði, áðrenn ov seint var, lívssøguni hjá mammu míni, Hervør Djurhuus, sum, saman við ørðum lívssøgum, avspeglar syrgiligu avleiðingarnar av tuberklunum, tátíðarinnar korona, sum herjaðu í oyggjunum um tað mundi, tá abbarnir og ommurnar hjá mínum ættarliði vóru í bestu árum og settu búgv við stórum vøkrum dreymum, men sum tuberklarnir í mongum førum gjørdu enda á. So statt hevur tú ??li foreviga lívssøguna hjá mammu míni, sum bæði eg og Elsa eru tær sera takksom fyri.
DOLLIN
Eitt annað, sum eg eisini ynski at takka ??la fyri er, at tú setti sjóneykuna á hin GLOYMDAtrúboðaran, Dánjal Jacob Danielsen, vanliga kallaður Dollin, við tí úrsliti, at í dag vita allir føroyingar um Dollan og hansara trúboðaravirki og vísundaliga kanningaravrik og gjøgnumbrot í politisku sorgarleikunum í Congo fyri meira enn 100 árum síðani.
Tá Dollin ikki fór aftur til Congo flutti hann til Føroyar við konu síni og tey byrjaðu eitt trúboðaraarbeiði í Føroyum í 1904 við útgangsstøði í Sloans Sali og seinni gamla Ebenezer, sum í dag stendur inni í Saltangará.
Tá arbeiði teirra í Føroyum var í hægsta blóma, tá doyr Dollin bert 45 ára gamal í 1916. Tey áttu ongar eftirkomarar, og kona hansara Lina, sum tá var einkja, flytur til Skotlands at búgva, og sum árini ganga hoyrist minni og minni um virkið hansara í Congo og í Føroyum. Hann gjørdi nevniliga ikki nógv við at tosa um síni avrik í Congo, og tað vóru eingir eftirkomarar, sum tosaðu um hann - tí er tað, at eg kalli hann hin GLOYMDA trúboðaran.
Men hetta fekk ??li gjørt nakað við, tá hann setti eitt kanningararbeiði í gongd bæði í Føroyum og uttanlands, og úrslitið var bókin: DOLLIN ??? Havnamaðurin, sum broytti heimssøguna!
??li ??? alt Guds fólk í Føroyum, og tá serliga innan Brøðrasamkomuna, stendur í eini skuldartøkk til tín fyri tað, at tú setti tær fyri at granska og leita fram sonnu søguna um gloymda trúboðaran Daniel J. Danielsen, Dollan, sum í dag liggur øllum opin í eini vakrari bók, sum enntá eisini er komin út á enskum máli. Dollin er í dag ikki bert kendur í Føroyum, men eisini uttanfyri Føroyar bæði millum vanligar borgarar og í tí akademiska heiminum ??? alt hetta orsaka títt ótroyttiliga litterera arbeiði.
KIRSTIN
Hvat er ein ektamaður uttan eina trúfasta konu við sína lið!? Kirstin, tú tókst tær væl og virðiliga av ??la fyri 40 árum síðani, og eg ivist onga løtu í, at tú eigur ein stóran leiklut í øllum tí stóra og søguliga tilfari, sum ??li hevur lagt eftir seg hesi mongu árini - takk skalt tú hava fyri tað!
Má Harrin framvegis signa tykkum og øll tykkara, og einaferð enn hjartaliga til lukku frá mær og Elsu. Eisini ein hjartalig og heit heilsan frá mammu míni!
Poul Jóhan Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald