Kikari er settur upp í Mykinesi, so møguligt er nú at síggja lundan uttan at ganga niður í lundalandið í Lamba og at síggja súluberg uttan at fara út í Hólman.
Kikarin stendur á Rógvuni, har frálíkur møguleiki eisini er at kika niður í Lamba umframt bjørgini norðast á Streymoynni.
Tað er Tórshavnar Rotary Klubbi, sum hevur tikið stig til og fingið til vega fígging til verkætlanina. Arbeiðið er gjørt av limum í klubbanum í góðum samstarvi við fólk í Mykinesi og við tyrludeildina hjá Atlantic Airways.
Verkætlanin hevur verið fyrireikað í eina tíð, har samskift hevur verið um, hvar best var at seta kikaran og hvussu økið og lendið skuldu verjast.
Fríggjadagin 2. august varð kikarin so endaliga settur upp og kann frítt nýtast av øllum.
Sí fleiri myndir á:https://www.facebook.com/pg/rotarytorshavn/photos/?tab=album&album_id=1090245574514723
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald